Libanon
English: Lebanon

Libanesiska flaggið
Libanon á heimskortinum

Libanon (arábiskt: لُبْنَان Lubnān), alment: Republikkin Libanon (arábiskt: اَلْجُمْهُورِيَّة اَللُّبْنَانِيَّة al-Jumhūrīyah al-Lubnānīyah; franskt: République libanaise), er eitt Vesturasiatiskt land í Miðeystri ið hevur mark til Sýria, Ísrael, og Miðalhavið. Meginparturin av fólkinum eru arábar, ið hoyra til mangar ymiskar trúarbólkar. Libanon var einaferð mentanar-, fíggjar- og handilsmiðdepilin í Miðeystri. Ósemja ímillum muslimskar og kristnar bólkar elvdi til blóðugt borgarakríggj. Stríðið, ið byrjaði í 1975, legði næstan alt landið í oyði. Friðaravtala varð fingin í lag í 1989, og síðan er vorðið friðarligari í landinum.

Borgarakríggið oyðilegði týdningarmiklu ferðavinnuna í Libanon. Nú verður roynt at fáa ferðafólk at koma aftur, bæði til baðistrendurnar og at síggja mongu søguligu staðirnar, m. a. býirnar Týros og Sidon (nú Sur og Saida). Fønikar bygdu býirnar fyri 3.000 árum síðan. Teir vórðu viðgitnir í rómverskari tíð fyri glasið og purpurlitin

Áðrenn býurin var skotin í smildur í borgarakrígnum, var Beirut kendur og lívligur heimsbýur, gitin undir navninum "Eysturlendski París", hann var eisini týdningarmesti havnabýur og fíggjarmiðdepil har um leiðir. Nú liggur bæði býurin og búskapurin í býnum í skeljum; men myndugleikarnir hava sett í verk stórsligna ætlan um at byggja býin upp aftur sum fíggjardepil.

Libanska fólkið er sum eitt putli spæl av átrúnaðarligum muslimskum og kristnum bólkum, ið aftur eru býttir í mangar trúarflokkar. Størsti kristni bólkurin eru maronittar, ið hava nógv felags við katólsku kirkjuna, aðrir eru griksk-ortodoksa og griksk-katólska kirkjan. Muslimarnir eru sunni- ella sjiamuslimar.

Trúgv drusanna er sprottin av islam og kristindóminum, men verður nú roknað sum sjálvstøðugur átrúnaður. Um 200.000 drusar búgva í Libanon, teir flestu í fjallalendinum fyri sunnan. Teir hava mangar siðir, ið hava til endamáls at verja drusiska samfelagið. Tað er ógjørligt at gerast drusi, ert tú ikki føddur drusi. Eingin drusi kann avnokta sína drusisku trúgv og taka við aðrari trúgv, og drusar hava ikki loyvi at giftast við øðrum enn drusum.

Setristræið er tjóðarmerki Libanons og stendur í libanska flagginum. Træið er umrøtt fleiri ferðir í Bíbliuni, og á teimum døgum vóru stórir setrisskógir í líðunum í Libanon. Men nú eru teir næstan høgdir niður; bara nakrar fáar friðaðar lundir eru eftir. Nøkur trø har eru eldri enn 1.500 ár.

Tjóðarrætturin í Libanon er kibbe, gjørdur av lambskjøti, knústari hveiti og leyki, ið verða sligin upp sum knetti og steikt í ovni ella kókað í olju. Søtur bakstur, sum bollar fyltir við nøtum og dadlum og roðaðir í hunangi, er eisini væl dámdur matur.

Borgarakríggj var í Libanon í tíðarskeiðnum 1975 - 2000. 14. februar 2005 bleiv fyrrverandi libanesiski forsetin Rafik al-Hariri dripin í einari bumbuatsókn í Beirut, 14 onnur lótu eisini lív. Støðan á markinum millum Libanon og Ísrael hevur verið spent síðani 2006, tá bardagar vóru millum ísraelska herin á Hizbollah í Libanon. Hesi árini hava umleið 1200 libanar og 160 ísraelsmenn latið lív í álopum. Ísraelski herurin fór í apríl 2012 undir at byggja ein múr á markinum millum Ísrael og Libanon. Múrurin verður nakrar kilometrar langur og er ætlaður at verja ísraelska býin Metulla ímóti álopum frá byrdumonnum í libanska býnum Kfar Kila, sum er beint hinumegin markið. Ísraelska útvarpið sigur, at múrurin verður bygdur sambært avtalu við ST og libanska stjórnarherin.

  • býir

Býir

  • Beirut (Høvuðsstaður) 2.060.363 íbúgvar (2012)
  • Tripoli 195.932 (2012)
  • Zahlé 150.000 (2010)
  • Sidon 163.554 (2005)
  • Tyr 135.204 (2005)



Lond í Asia
Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barain | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kirgistan | Kuvait | Kýpros | Libanon | Malaisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Tailand | Taivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Other Languages
Acèh: Lubnan
адыгабзэ: Ливан
Afrikaans: Libanon
Alemannisch: Libanon
አማርኛ: ሊባኖስ
aragonés: Liban
Ænglisc: Libanus
العربية: لبنان
ܐܪܡܝܐ: ܠܒܢܢ
مصرى: لبنان
অসমীয়া: লেবানন
asturianu: El Líbanu
azərbaycanca: Livan
تۆرکجه: لوبنان
башҡортса: Ливан
Bali: Lébanon
Boarisch: Libanon
žemaitėška: Lėbans
Bikol Central: Lebanon
беларуская: Ліван
беларуская (тарашкевіца)‎: Лібан
български: Ливан
भोजपुरी: लेबनान
bamanankan: Lubenan
বাংলা: লেবানন
བོད་ཡིག: ལེ་པ་ནོན།
বিষ্ণুপ্রিয়া মণিপুরী: লেবানন
brezhoneg: Liban
bosanski: Liban
ᨅᨔ ᨕᨘᨁᨗ: Lebanon
буряад: Ливан
català: Líban
Chavacano de Zamboanga: Líbano
Mìng-dĕ̤ng-ngṳ̄: Lé-bă-nâung
нохчийн: Ливан
Cebuano: Libano
کوردی: لوبنان
qırımtatarca: Lübnan
čeština: Libanon
kaszëbsczi: Liban
Чӑвашла: Ливан
Cymraeg: Libanus
dansk: Libanon
Deutsch: Libanon
Zazaki: Lubnan
dolnoserbski: Libanon
डोटेली: लेवनान
ދިވެހިބަސް: ލުބުނާން
Ελληνικά: Λίβανος
English: Lebanon
Esperanto: Libano
español: Líbano
eesti: Liibanon
euskara: Libano
estremeñu: Líbanu
فارسی: لبنان
suomi: Libanon
Võro: Liibanon
français: Liban
arpetan: Liban
Nordfriisk: Liibanon
Frysk: Libanon
Gaeilge: An Liobáin
Gagauz: Livan
kriyòl gwiyannen: Liban
Gàidhlig: Leabanon
galego: Líbano
Avañe'ẽ: Lívano
गोंयची कोंकणी / Gõychi Konknni: लेबनॉन
ગુજરાતી: લેબેનાન
Gaelg: Yn Livaan
Hausa: Lebanon
客家語/Hak-kâ-ngî: Lì-pâ-nun
Hawaiʻi: Lepanona
עברית: לבנון
हिन्दी: लेबनान
Fiji Hindi: Lebanon
hrvatski: Libanon
hornjoserbsce: Libanon
Kreyòl ayisyen: Liban
magyar: Libanon
հայերեն: Լիբանան
Արեւմտահայերէն: Լիբանան
interlingua: Libano
Bahasa Indonesia: Lebanon
Interlingue: Libano
Igbo: Lebanon
Ilokano: Lebanon
Ido: Libano
íslenska: Líbanon
italiano: Libano
日本語: レバノン
Patois: Lebanan
la .lojban.: lu'orgu'e
Jawa: Libanon
ქართული: ლიბანი
Qaraqalpaqsha: Livan
Taqbaylit: Lubnan
Адыгэбзэ: Ливан
Kabɩyɛ: Liibaŋ
Kongo: Lebanon
Gĩkũyũ: Lebanon
қазақша: Ливан
kalaallisut: Lebanon
ភាសាខ្មែរ: លីបង់
ಕನ್ನಡ: ಲೆಬನನ್
한국어: 레바논
kurdî: Libnan
коми: Ливан
kernowek: Lebnon
Кыргызча: Ливан
Latina: Libanus
Ladino: Levanon
Lëtzebuergesch: Libanon
лезги: Ливан
Lingua Franca Nova: Lubnan
Limburgs: Libanon
Ligure: Libano
lumbaart: Liban
lingála: Liban
لۊری شومالی: لوبنان
lietuvių: Libanas
latviešu: Libāna
मैथिली: लेबनान
мокшень: Ливан
Malagasy: Libana
олык марий: Ливан
Minangkabau: Lebanon
македонски: Либан
മലയാളം: ലെബനാൻ
монгол: Ливан
मराठी: लेबेनॉन
Bahasa Melayu: Lubnan
Malti: Libanu
မြန်မာဘာသာ: လက်ဘနွန်နိုင်ငံ
مازِرونی: لبنان
Dorerin Naoero: Ribanon
Nāhuatl: Libano
Napulitano: Libbano
Plattdüütsch: Libanon
नेपाली: लेबनान
नेपाल भाषा: लेबानन
Nederlands: Libanon
norsk nynorsk: Libanon
norsk: Libanon
Novial: Liban
occitan: Liban
Livvinkarjala: Livanu
Oromoo: Libaanon
ଓଡ଼ିଆ: ଲେବାନନ
Ирон: Ливан
ਪੰਜਾਬੀ: ਲਿਬਨਾਨ
Kapampangan: Libano
Papiamentu: Líbano
Picard: Liban
पालि: लेबनान
Norfuk / Pitkern: Lebanon
polski: Liban
Piemontèis: Lìban
پنجابی: لبنان
Ποντιακά: Λίβανος
پښتو: ليبنان
português: Líbano
Runa Simi: Libanu
română: Liban
русский: Ливан
русиньскый: Лібанон
Kinyarwanda: Libani
संस्कृतम्: लेबनान
саха тыла: Либан
ᱥᱟᱱᱛᱟᱲᱤ: ᱞᱮᱵᱟᱱᱚᱱ
sardu: Lìbanu
sicilianu: Lìbbanu
Scots: Lebanon
سنڌي: لبنان
davvisámegiella: Libanon
srpskohrvatski / српскохрватски: Libanon
Simple English: Lebanon
slovenčina: Libanon
slovenščina: Libanon
chiShona: Lebanon
Soomaaliga: Lubnaan
shqip: Libani
српски / srpski: Либан
SiSwati: ILibhanoni
Seeltersk: Libanon
Sunda: Libanon
svenska: Libanon
Kiswahili: Lebanoni
ślůnski: Liban
Sakizaya: Lebanon
தமிழ்: லெபனான்
తెలుగు: లెబనాన్
tetun: Líbanu
тоҷикӣ: Лубнон
Türkmençe: Liwan
Tagalog: Lebanon
Tok Pisin: Lebanon
Türkçe: Lübnan
Xitsonga: Lebanon
татарча/tatarça: Ливан
chiTumbuka: Lebanon
удмурт: Ливан
ئۇيغۇرچە / Uyghurche: لىۋان
українська: Ліван
اردو: لبنان
oʻzbekcha/ўзбекча: Livan
vèneto: Libano
vepsän kel’: Livan
Tiếng Việt: Liban
West-Vlams: Libanon
Volapük: Libanän
Winaray: Libano
Wolof: Libaa
吴语: 黎巴嫩
მარგალური: ლიბანი
ייִדיש: לבנון
Vahcuengh: Lebanon
Zeêuws: Libanon
中文: 黎巴嫩
文言: 黎巴嫩
Bân-lâm-gú: Lī-pa-lùn
粵語: 黎巴嫩