ISBN

ISBN stendur fyri International Standard Book Number, sum merkir Millumtjóða StandardBókaNummar. Einhvør bókaútgáva fær tillutað eitt 13-siffrað tal at eyðmerkja hana við. Landsbókasavnið er føroysk ISBN-skrivstova og umsitur okkara landaøki í samstarvi við International ISBN Agency í London. Laura Vinther, leiðari á Tjóðbókaskránni, stendur fyri umsitingini av føroyska ISBN.

Alment

Í 1967 settu bókahandlar og útgevarar í Bretlandi í gildi eina skipan við einum 9-siffraðum SBN (Standard Book Number), sum varð brúkt fram til 1974. Í 1970 kom í gildi ein felags avtala millum flestøll lond í heiminum um eitt 10-siffrað ISBN. Bretska SBN kundi gerast um til ISBN við at seta eitt 0 frammanfyri.

Fyrst í 21. øld varð avgjørt, at ISBN skuldi gerast til ein part av tí meiri umfatandi skipanini EAN, og síðani 1. januar 2007 hevur ISBN tí verið 13-siffrað. Tað gamla ISBN-10 kundi gerast um til ISBN-13 við at seta 978 frammanfyri og rokna tað síðsta talið av nýggjum eftir reglunum hjá EAN. Nýggj ISBN kunnu eisini byrja við 979, men tá er fjórða siffurið ikki 0, tí at bólkurin 979-0- er tillutaður ISMN.

Eftir at tað 13-siffraða ISBN er sett í gildi, hevur ein bókaútgáva sama EAN og ISBN, tó við tí muni at EAN hevur hvørki bindistrikur ella millumrúm. T.d. hevur bókin Fiskar undir Føroyum ISBN 978-99918-0-483-5 ella 978 99918 0 483 5 og EAN 9789991804835. Eftir gomlu skipanini hevði bókin ISBN 99918-0-483-8.

Other Languages
Afrikaans: ISBN
asturianu: ISBN
azərbaycanca: ISBN
беларуская (тарашкевіца)‎: Міжнародны стандартны кніжны нумар
भोजपुरी: आइएसबीएन
brezhoneg: ISBN
català: ISBN
Esperanto: ISBN
español: ISBN
suomi: ISBN
Frysk: ISBN
galego: ISBN
Avañe'ẽ: ISBN
עברית: מסת"ב
magyar: ISBN
Bahasa Indonesia: ISBN
Ido: ISBN
íslenska: ISBN
italiano: ISBN
日本語: ISBN
Basa Jawa: ISBN
қазақша: ISBN
Kurdî: ISBN
Lëtzebuergesch: ISBN
lietuvių: ISBN
latviešu: ISBN
मैथिली: आइएसबिएन
македонски: ISBN
မြန်မာဘာသာ: International Standard Book Number
مازِرونی: شابک
नेपाली: आईएसबीएन
norsk nynorsk: ISBN
norsk: ISBN
occitan: ISBN
srpskohrvatski / српскохрватски: ISBN
shqip: ISBN
svenska: ISBN
తెలుగు: ISBN
Türkçe: ISBN
українська: ISBN
Tiếng Việt: ISBN
Winaray: ISBN
ייִדיש: ISBN
Yorùbá: ISBN
Bân-lâm-gú: ISBN