Fuglur

Wikipedia:How to read a taxoboxHow to read a taxobox
Fuglur
Drunnhvíti (Hydrobates pelagicus)
Drunnhvíti (Hydrobates pelagicus)
Frøðilig flokking
Ríki:Animalia
Fylki:Chordata
Undirfylki:Vertebrata
Flokkur:Aves

Fuglur (frøðiheiti - Aves) er tvíføtt ryggdýr ið hevur fjøður, veingir og nev, og verpur egg. Fuglar eru einastu djór, ið hava fraðrar. Teir hava heitt blóð sum súgdjórini. Til eru eini 9.000 fuglasløg, og tey liva um allan knøttin. Í heitum londum eru til dømis litfagrir pappageykar, í urtagørðum bringureyðar og trøstar, av sjófuglum kunnu nevnast pingvin og lundi. Flestu fuglar eru væl bygdir at fúgva og hava sterkar bringuvøddar. Kropsbeinini eru løtt, poknut og opin innan. Tað lættir um vektina. Eisini fjaðrarnar eru lættar. Teir verja kroppin og halda hann heitan. Veingjarfjaðrarnar sita so tættar, at vongurin verður slættur, og luft sleppur ikki inn ímillum fjaðrarnar, hvørki undir ella á. Velið gevur javnvág og stýrir flognum. Nakrir fáir fuglar fáa ikki flogið. Sum dømi kunnu nevnast pingvinir, strutsar og tann sjáldsami uglupappageykurin í Ný Sælandi. Fuglar hava ikki tenn, men nógvir hava sterkt nev. Flestir fuglar, helst ørnir og aðrir ránsfuglar, síggja og hoyra væl, men teir tevja lítið. Tann lítla humlukolibriin er heimsins minsti fulgur. Hon er bara 5 cm. long og vigar bara 2 g. Strutsurin er heimsins størsti fuglur og verður yvir 2,5 m. høgur og vigar eini 150 kg. Fuglar fáa ikki sum súgdjór livandi ungar. Teir verpa egg, sum teir so noyðast at bøla, so at tey eru heit. Ungin búnast í egginum og livir av reyðanum. Nakrar vikur seinni brestur fyri nev og ungin kemur út. Nógvir fuglar gera sær reiður, men verpur á rókina. Geykar verpa í reiður hjá øðrum fuglum og lata so teir ala ungarnar upp. Vanliga eru nýklaktu ungarnir púra hjáparleysir, naknir og blindir. Vit siga, at teir eru reiðurfastir, og foreldrini mugu bera í teimum mat og verja teir fyri fíggindum, til teir eru floygdir.



Fjaðarbúnin er ymiskur í liti og útsjónd. Músabrøður, spurvar og aðrir fuglar hava hyljandi morreyðan lit. Aðrir fuglar hava bjartar, ásýniligar litir. Í verpingartíðini gera litirnir tað lættari hjá hesum fuglum at velja og finna sær maka og lætta eisini um at halda flokkinum saman. Smáar kolibriir hava einar 1.000 fjaðrar, savnur fleiri enn 25.000. Fjaðrar eru úr keratini eins og hár og negl á fólki. Fjøðurin er stinnur leggur í miðjuni, báðumegin ganga teinar úr legginum, og teinarnir eru bundnir saman av tøttum hjáteinum, ið eru tengdir saman við smáum krókum. Leggur og teinar eru skeggið á fjøðurini. Undir verndarfjaðrunum er dún; tað lívir væl. Um dagin hava fuglar úr at gera at ansa ungunum, eta og reinska fjaðrarnar. Sumt av tí, ið fuglur ger, er íborið og nýtist ikki at lærast fyrst, til dømis at leita sær føði ella at flúgva. Men fuglalát má lærast, teir herma eftir øðrum fuglum.

  • sí eisini

Sí eisini

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Other Languages
Acèh: Cicém
адыгабзэ: Бзыу
Afrikaans: Voël
Alemannisch: Vögel
አማርኛ: ወፍ
aragonés: Aves
Ænglisc: Fugol
العربية: طائر
ܐܪܡܝܐ: ܛܝܪܐ
مصرى: طير
অসমীয়া: চৰাই
asturianu: Páxaru
авар: ХӀинчӀ
Aymar aru: Jamach'i
azərbaycanca: Quşlar
تۆرکجه: قوش
башҡортса: Ҡоштар
Boarisch: Vegl
žemaitėška: Paukštē
Bikol Central: Gamgam
беларуская: Птушкі
беларуская (тарашкевіца)‎: Птушкі
български: Птици
भोजपुरी: चिरई
Bislama: Pijin
Bahasa Banjar: Burung
বাংলা: পাখি
བོད་ཡིག: བྱ།
brezhoneg: Evn
bosanski: Ptice
буряад: Шубуун
català: Ocells
Mìng-dĕ̤ng-ngṳ̄: Cēu
нохчийн: Олхазарш
Cebuano: Langgam
Tsetsêhestâhese: Ve'kese
کوردی: مەل
čeština: Ptáci
kaszëbsczi: Ptôchë
Cymraeg: Aderyn
dansk: Fugle
Deutsch: Vögel
Zazaki: Mıriçıki
dolnoserbski: Ptaški
Ελληνικά: Πτηνά
English: Bird
Esperanto: Birdoj
español: Aves
eesti: Linnud
euskara: Hegazti
estremeñu: Páxaru
فارسی: پرنده
suomi: Linnut
Võro: Tsirk
Na Vosa Vakaviti: Manumanu vuka
français: Oiseau
arpetan: Usél
Nordfriisk: Fögler
Frysk: Fûgels
Gaeilge: Éan
贛語: 雀仔
Gàidhlig: Eun
galego: Aves
Avañe'ẽ: Guyra
ગુજરાતી: પક્ષી
Gaelg: Ushag
Hausa: Tsuntsu
客家語/Hak-kâ-ngî: Tiâu
עברית: עופות
हिन्दी: पक्षी
Fiji Hindi: Chirriya
hrvatski: Ptice
hornjoserbsce: Ptaki
Kreyòl ayisyen: Zwazo
magyar: Madarak
հայերեն: Թռչուններ
interlingua: Aves
Bahasa Indonesia: Burung
Ilokano: Billit
ГӀалгӀай: Оалхазараш
Ido: Ucelo
íslenska: Fugl
italiano: Aves
日本語: 鳥類
Patois: Bod
la .lojban.: lo cipni
Basa Jawa: Manuk
ქართული: ფრინველები
Taqbaylit: Afrux
Адыгэбзэ: Къуалэбзухэр
Kabɩyɛ: Sumaɣ
қазақша: Құстар
ភាសាខ្មែរ: បក្សី
ಕನ್ನಡ: ಪಕ್ಷಿ
한국어:
Перем Коми: Кайез
kurdî: Balinde
kernowek: Edhen
Кыргызча: Куш
Latina: Aves
Ladino: Pasharos
Lëtzebuergesch: Vullen
лакку: Лелуххи
лезги: НуькI
Lingua Franca Nova: Avia
Limburgs: Veugel
Ligure: Aves
lingála: Ndɛkɛ
lietuvių: Paukščiai
latgaļu: Putni
latviešu: Putni
мокшень: Нармонь
Malagasy: Vorona
олык марий: Кайык
Baso Minangkabau: Buruang
македонски: Птици
മലയാളം: പക്ഷി
монгол: Шувуу
मराठी: पक्षी
кырык мары: Кек
Bahasa Melayu: Burung
Malti: Għasfur
မြန်မာဘာသာ: ငှက်
эрзянь: Нармунть
Nāhuatl: Tototl
Napulitano: Auciello
Plattdüütsch: Vagels
Nedersaksies: Voegel
नेपाली: चरा
नेपाल भाषा: झंगः
Nederlands: Vogels
norsk nynorsk: Fuglar
norsk: Fugler
Nouormand: Ouaîsé
Diné bizaad: Tsídii
occitan: Ausèl
ଓଡ଼ିଆ: ପକ୍ଷୀ
Ирон: Мæргътæ
ਪੰਜਾਬੀ: ਪੰਛੀ
Kapampangan: Ayup
Picard: Oizo
Deitsch: Voggel
polski: Ptaki
Piemontèis: Osej
پنجابی: پنچھی
پښتو: مرغه
português: Aves
Runa Simi: Pisqu
rumantsch: Utschels
română: Pasăre
armãneashti: Puľiu
русский: Птицы
русиньскый: Птахы
संस्कृतम्: पक्षिणः
саха тыла: Көтөрдөр
ᱥᱟᱱᱛᱟᱲᱤ: ᱪᱮᱬᱮ
sardu: Aves
sicilianu: Aceddu
Scots: Bird
سنڌي: پکي
srpskohrvatski / српскохрватски: Ptica
සිංහල: කුරුල්ලෝ
Simple English: Bird
slovenčina: Vtáky
slovenščina: Ptiči
chiShona: Shiri
Soomaaliga: Shimbir
shqip: Zogjtë
српски / srpski: Птице
SiSwati: Tinyoni
Seeltersk: Fuugele
Basa Sunda: Manuk
svenska: Fåglar
Kiswahili: Ndege (mnyama)
ślůnski: Ptoki
தமிழ்: பறவை
ತುಳು: ಪಕ್ಕಿ
తెలుగు: పక్షి
тоҷикӣ: Паранда
Tagalog: Ibon
Türkçe: Kuş
татарча/tatarça: Кошлар
chiTumbuka: Viyuni
удмурт: Тылобурдо
українська: Птахи
اردو: پرندہ
oʻzbekcha/ўзбекча: Qushlar
vèneto: Oxei
vepsän kel’: Lindud
Tiếng Việt: Chim
West-Vlams: Veugel
Volapük: Böds
walon: Oujhea
Winaray: Tamsi
吴语:
хальмг: Шовуд
isiXhosa: Yentaka
მარგალური: მაფურინჯეეფი
ייִדיש: פויגל
Yorùbá: Ẹyẹ
Vahcuengh: Duzroeg
Zeêuws: Veugels
中文:
Bân-lâm-gú: Chiáu
粵語: